Farin frá »a« og »b« liðum

Kappingin í estetiskum fimleiki broytt soleiðis, liðini hava serstøk nøvn

Hetta kappingarárið er kappingin í estetikum fimleiki broytt. Fyrr vóru árliga tríggjar kappingar–  fyrra og seinna steypakapping og kappingin um føroyameistaraheitið, sum var býtt upp í A og B kapping.

 

Í ár verða fýra kappingar. Tvær tær fyrstu kappingarnar eru sum vant fyrra og seinna steypakappingin – tann fyrra var í Høllini á Hálsi í Havn í gjár. Triðja kappingin verður skipað sum ein undankapping til sjálvt føroyameistaraskapið. Áðrenn var kappingin um føroyameistaraheitið býtt upp í A og B kapping, men í ár er eingin B kapping. Bert tey liðini, ið kvalifisera seg til føroyameistarskapið í undankappingin sleppa við til kappingina um føroyameistaraheitið, sum er fjórða kappingin.

 

Ein liður í hesi broyting er, at liðini ikki longur eru býtt upp í a og b. Meðan vit fyrr kenna liðini sum Støkk a og b og HF a og b, so hava liðini nú navn, sum ger, at vit ikki vita, hvat er a lið og hvat er b lið.

 

TRÝST HER fyri at síggja vinnaraliðini.

 

Lesið eisini: Støkk og Havnar Fimleikafelag unnu alt

 

Fleiri myndir frá kappingini í gjár kunnu síggjast á slóðunum niðanfyri:



Síggið myndir frá kappingini í Høllini á Hálsi VIÐ AT TRÝSTA HER og VIÐ AT TRÝSTA HER