Farið varliga fram

Javnaðarflokurin eigur at minnast til, at tá hann leggur nýggja valskrá fram, eigur hann eisini at duga at greiða fóki frá, hvussu hon skal fíggjast, segði ein fundarluttakari á landsfundinum

 

Landsfundur


Vestmanna:

Fólk vóru samd um, at nýggja valskrá Javnaðarfloksins var eitt gott upplegg. Men mælt verður til at fara varliga fram og ansa eftir, at altíð er fíggjarligt grundarlag undir tí, sum skotið verður upp.

Thomas Arabo, sum var tann fyrsti, sum tók orðið eftir formansfrágreiðingina, mælti flokkinum til altíð at leggja upp fyri, soleiðis, at eitt uppskot frá flokkinum á tingi altíð legði meira upp fyri á útreislusíðuni, enn samgongan ger. Tí greitt er, at verandi samgonga hevur lagt alt, sum eitur almannamál aftur um fullveldismálið, sum fullkomuliga hevur køvt føroyskan politikk.

Eisini vísti hann á vandan við at lova ov mikið í eini valskrá. Hann vísti á mál sum undirsjóvartunnlar og ferjur, sum eingin er ímóti yvirhøvur. Men tað skal gjaldast, segði hann, og bað fólk ansa sær eitt sindur við at lova ov mikið.

Jákup Birgir Mohr vísti á, at Javnaðarflokkurin eigur ikki bara at lata fullveldismálið fara afturvið kortini. Tí flokkurin má ásanna, at hetta er mál, sum upptekur nógv ungfólk. Og teimum eigur flokkurin at siga frá, at sjálvsstyrislóg Javnaðarfloksins gevur Føroyum minst líka nógv fullveldi, sum fullveldismál tjóðveldisfloksins.

Munurin er bara tann, at Javnaðarflokkurin ikki krevur fullveldi her og nú, men fer skynsamari fram í neyvum samstarvi við Danmark.

Elin Lindenskov rósti eisini valskránni, men leftirllýsti eini neyvari frágreiðing um, hvussu røktaheimsparturin hjá kommunum skal fíggjast. Í skránni stendur bert, at landskassin skal bera sín part. Eisini eftirlýsti hon eini lýsing av, hvussu tey nýggju røktarheimini skulu síggja út. Stór ella smá? Hvønn tørv skulu fólk hava, sum sleppa inn? Dement? Menningartarnað? Sálarsjúk?

Jú, sanniliga er gott við slíkum politikki, og átroðkandi eisini. Men samstundis vísti hon á, at nýggju eldrasambýlini, sum nú verða bygd, eru gjørd eftir bíligastu loysn, hóast tey eru frálík annars.

Ávísir manglar eru tó í skránni, vísti Elin Lindenskov á. Hon fegnaðist um, at flokkurin setir í valskránna, at børnini skulu fram um oljuna, sum nevnt verður í partinum um skúlan. Men flokkurin gloymir børnini undir skúlaaldur, segði hon. Men eisini tað er mál, sum arbeiðast skal víðari við, nú skjøtil er settur á.

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, ásannar, at tað kann verða ein trupulleiki hjá smáum kommunum at fara undir at byggja røktarheim. Men so er samstarv millum kommunurnar at týða til, metti hann.

Hinvegin vísti hann á, at kommunurnar sjálvar eisini eiga part í trupulleikanu, tær kunnu fáa, tí tær hava bara tikið í móti teimum uppgávum, tær hava fingið álagdar frá samgonguni. Og eingin hevur mótmælt. Tað kann fara at koma afturum aftur hjá teimum, vísti Kristian Magnussen á.

Mangan verður víst til teir ovurlongu bíðilistarnar, sum eru á eldraøkinum.

Til tað segði Andrias Petersen, kommunulækni, at tørvurin er umleið 250 pláss.

Tað grundaði hann á kanningar, sum gjørdar eru av veruliga tørvinum heldur enn bara listunum, sum fólk sjálv skriva seg á, hóast tørvurin kann liggja nøkur ár frammi í tíðini. Fólk, sum vilja vera í góðari tíð og binda um heilan fingur.

Jákup Joensen vísti á, at parturin um fiskidagamarknaðin átti at lýsast betri.

Hann helt ikki, at fiskidagar nakrantíð eiga at verða søluvøra, men at tann, sum søkir um fiskiloyvi, skal fáa tað fyri einki frá tí almenna at brúka, meðan hann fiskar. Tá hann gevst, eiga dagarnir at falla aftur til landsstýrið, sum síðan kann lata tað til næsta umsøkjaran.

Jóannes Eidesgaard svaraði til tað, at tað í grundini var júst

tað,sum lá aftan fyri hugsanina í valskránni. At fiskidagar ongantíð eiga at gerast spekulatiónvøra, soleiðis sum vit síggja tað í dag, og sum ein frí umsetiligheit altíð fer at gera teir til.