Fari har sum Gud leiðir meg

Í vár var 18 ára gamla Rebekka Petersen úr Kollafirði á kristnum lærusveinaskúla í USA í fimm mánaðir. Nú fer hon aftur á sama stað. - Eg ynski at fara, hagar Gud leiðir meg, sigur hon.

Hósdagin legði Rebekka enn einaferð leiðina móti Orlando í Florida, har felagsskapurin Youth With A Mission hevur ein av mongu skúlum sínum.

Á skeiðnum í vár var millum annað dentur lagdur á tey grundleggjandi viðurskiftini í kristnu trúnni: guds kærleiki, hvat merkir tað at trúgva á Gud, og hvat er Hansara ynski við hvørjum einstøkum menniskja.

- Vit fingu haraftrat greitt at vita, hvussu høgt Gud elskar okkum og onnur menniskju. Út frá hesum áttu vit tí at fara út at vísa teimum henda sama kærleikan í orði og verki, greiðir Rebekka frá.

Tey sótu á skúlabonki helvtina av tíðini, meðan tey vóru úti og boðaðu gleðiboðskapin seinnu helvtina. Rebekka og hennara bólkur vóru í Russlandi.

Hetta var ein sera góður túrur. Men Rebekka sjálv fekk størstu upplivingina, tá tey komu aftur til USA, og skuldu út at vitja kirkjur at greiða frá ferðini.

- Her tosaði eg við eina systrina til tann eina drongin, sum var í okkara bólki. Vit prátaðu nógv saman, har eg millum annað greiddi henni frá míni trúgv. Seinni fekk eg enntá møguleika at biðja saman við henni, og hon bleiv eisini frelst. Tað var ótrúliga stórt!, sigur Rebekka brosandi.


Hann leiðir

At vera fimm mánaðir á einum slíkum skúla hevur ikki tikið hugin frá henni at fara aftur á sama stað. Hon fer nú á eitt longri skeið, sum varir heilt fram til mars mánað komandi ár.

Uppleggið her er í stóran mun tað sama: Fyrst verður eitt skeið í frálæru, her tey millum annað fara at læra um aðrar religiónir og hvussu tey kunnu møta teimum við gleðiboðskapinum. Síðani fara tey at ferðast kring um í USA og helst eisini til Mexico í somu ørindum.

Tann stóri spurningurin til Rebekku er, hvat hon ætlar sær víðari við lívi sínum. Fyri hana er hetta í stóran mun ein óviðkomandi spurningur.

- Fyri meg er tað ikki ein spurningur um eg skal á skúlabonk í Føroyum, Danmark ella eg fari allan vegin til Afrika.

- Mítt hægsta ynski er at gera Gud kendan. Hann er mítt eitt og alt. Og tí fari eg hagar sum Hann leiðir meg, sigur hon avgjørd.



Barnabønin svarað

At Rebekka endaði á hesum lærusveinaskúlanum í Orlando í Florida hevur sína serstøku søgu.

Tá hon var lítil, hugsaðu foreldrini um at flyta hagar. Hetta varð kortini av ongum, men Rebekka bað tá um, at fóru foreldrini ikki, so kundi Gud senda hana.

Tá hon so mong ár seinni skuldi fara á sama skúla, rann henda barnabønin fram fyri hana aftur.

- Ja, ein má ansa eftir hvat ein biður um. Gud svarar nevniliga bønum!, sigur Rebekka við einum brosi.