Faroe Petroleum boðar frá, at farið er undir at bora ein brunn á týðandi gassmiðinum East Breagh, sum liggur í syðra parti av Norðsjógvinum. Faroe Petroleum eigur 10 prosent
Í boringini luttaka Faroe Petroleum við 10%, Stratic (10%), Encore (15%), Regernesys (15%), Petroventures (5%) og fyristøðufelagið Sterling Recources við 45%. Tað er boripallurin Ensco 70, ið borar og borifelagið ADTI stendur fyri arbeiðinum.
Endamálið við boringini er at staðfesta onnur møgulig gassmið eru afturat tí gassi, sum er funnið og kannað á West Breagh í 4. ársfjóðringi 2007 av somu feløgum.
Tá liðugt er at bora á East Breagh, er ætlanin at bora ein vatnrættan metingarbrunn á West Breagh, har fleiri kanningar skulu gerast. Við at bora hesar báðar brunnarnir verður nógv vitan fingin til vega, sum skal nýtast í sambandi við at útbyggja Breagh økið, sum er sera lovandi eftir at fyrsti brunnur varð boraður á West Breagh. Um so er, at gass eisini er í East Breagh, verður hetta øki sera týðandi fyri Faroe Petroleum og partaeigararnar.