Fyrireikararnir siga, at málið hesa ferð er at fáa í minsta lagi fimm sterkar útlendskar fyritøkur við á stevnuna Stýrið fyri Faroexpo hevur nú ásett at komandi Vinnustevnan Faroexpo verður hildin í døgunum 20.?23. oktober 2008. Hetta verður sostatt fjórða árið at tiltakið verður fyriskipað.
Hesaferð verður dentur serliga lagdur á, at hava minst 5 altjóða sterkar útlendskar fyritøkur við, sum eru viðkomandi samstarvsfelagar hjá føroyskum fyritøkum.
Í 2007 vaks samlaða luttakaratalið við 5 fyritøkum, og málið komandi ár, er at fáa um 15 fyritøkur afturat innan sama málbólk, sum hevur eyðkent Faroexpo higartil. Hetta skuldi tí styrkt munandi um møguleikarnar fyri enn betri samstørvum millum fyritøkurnar á Faroexpo.
Fyrireikararnir av Faroexpo 2007 kunnu við gleði staðfesta at bæði útlendsku og føroysku fyritøkurnar á Faroexpo í ár vóru vælnøgdar við vinnustevnuna. Nøgdsemið kann metast út frá eftirmetingunum, ið vóru gjørdar fyri hvørja einstaka fyritøku.
Tað er Virkisráðgeving, sum hevur staðið fyri samskipanini av Farexpo.