FARC útsett samráðingar í Oslo

Friðarsamráðingarnar millum kolombisku stjórnina og uppreistrarrørsluna FARC byrja í Oslo tann 15. oktober, sum er eina viku seinni enn upprunaliga ætlað.

FARC hevur fyrr sagt, at partarnir skuldu hitast tann 8. oktober, men í morgun boðaði rørslan frá, at samráðingarnar eru útsettar til tann 15., og at partarnir fara at kunngera eina felags frágreiðing tveir dagar seinni. Gongst sum ætlað halda samráðingarnar fram í Havanna í Kuba. Kolombiska stjórnin hevur ikki váttað broytingina, skrivar VG.

Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at ein roynd verður gjørd at fáa enda á stríðnum í Kolombia, sum byrjaði, tá FARC bleiv stovnað í 1964.

Noreg hevur leingi virkað fyri friði í Kolombia. Partarnir hava tingast í Oslo eina ferð fyrr, men ta ferðina kom einki burturúr.