Áhugin at fara við EB/Streymi til Manchester tykist vera stórur Tað hevur vakt ans bæði úti í heimi og heima á landi, at EB/Streymur úr Sundalagnum skal spæla í UEFA Cup ímóti Manchester City.
Fleiri viðhaldsfólk hjá eingilska liðnum ætla sær henda vegin, og EB/Streyma spælararnir og Sigfríður Clementsen og hinir á beinkinum fara ikki einsamallir niður til Manchester.
Á EB/Streyma heimasíðuni verður lýst við ætlan um at gera bussferð til Onglands í sambandi við útidystin hjá EB/Streymi. Tað verður sagt, at tað er pláss fyri 44 ferðafólkum, og at longu nú hava 25 teknað seg.
Farið verður av Havnini við Norrønu ólavsøkuaftan, og ferðalagið verður aftur í Føroyum 6. august.










