Síðsta vikuskifti varð tað ikki spælt í kvinnukappingini í fótbólti. Tað komst av, at U-19 landsliðið var í Finnlandi og luttók í EM undankapping.
Í dag verður aftur lagt til brots, og nú verður ikki helmað í, fyrr enn tjúgunda og síðsta umfar er avgreitt. Átjanda umfar verður seinnapartin, nítjanda umfar verður næsta sunnudag, og so verður punktum sett leygardagin áttanda oktober.
Tveir dystir eru útsettir. Annar teirra – millum KÍ og ÍF/Víking – verður nú mikukvøldið, og hin – millum HB og KÍ – verður annað mikukvøld.
Átjanda umfar
Sunnudagin 25. september
KÍ-B36: Bjarki Danielsen kl. 12.30
B68-EBS/Skála: Stephan Petursson kl. 18.00
HB-ÍF/Víkingur: Janus Fossdalsá kl. 17.17
Støðan