Hvussu var tað at sigla sum víkingur í 9. øld?
Tað fara hvannasundsmaðurin Livar Nysted og fimm onnur sær at finna útav, nú tey í næstu viku leggja frá landi á Tvøroyri við seksæringinum Naddoddi.
Túrurin hevur fingið navnið The Viking Voyage, og hetta er ein ambitiøsur túrur, har manningin ordiliga kemur at royna síni mørk á opna havinum. Ætlanin er at sigla til Noregs tvørtur um Norðsjógvin við Naddoddi, sum er ein bátur, ið minnir um víkingabátarnar tá í tíðini við segli.
– Hatta er nakað, sum eg havi havt hug til, síðan eg minnist. At gera eina sovorðna ferð, líka sum víkingarnir gjørdu. Víkingar hava altíð havt mín stóra áhuga. So tá man fær ein sovorðnan møguleika, so er ringt at siga nei, sigur Livar Nysted í samrøðu við Sosialin hetta vikuskiftið.
Lesið eisini um nýggja stjóran á Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, sum sigur, at álitið á stovnin skal betrast. Stovnurin hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí verkætlanir eru dýrkaðar og tíðarætlanir ikki halda. Nýggi stjórin vil virka fyri, at álitið á Landsverk gerst betri.
Lesið eisini um fráverurnar hjá løgtingsfólki frá løgtingsfundum, sum eru upp í 20 prosent fráveru í seinasta tingári, sum endaði á ólavsøku.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo











