Fara á sild eftir hvítusunnu

- At vit nú kunnu veiða ein part av sildakvotuni í norskum sjógvi, fer at gera, at vit betur kunnu leggja veiðina til rættis. Nú kunnu vit fylgja sildini inn í norskan sjógv, tá hon fer hagar. Veiðan í føroyskum sjógvi nýtist tískil ikki at verða so “intens”, sum hon hevur verið, tí sildin kanska er á veg úr føroyskum sjógvi, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari

Sild

 

Christian í Grótinum landaði 1800 tons av svartkjafti á Fuglafirði í gjár. Skipið fer útaftur í dag, og nú fiskiskapurin eftir svartkjafti ikki roynist so væl longur, verður farið útaftur at leita.

Á seinasta túri var lítið at fáa, og skipini hava sum heild havt slakan fiskiskap í seinastuni.

Norðborg, sum sama felag í Klaksvík eigur, er til fiskiskap, men eisini hjá teimum hevur lítið borið til í seinastuni.

 

Skipini leita

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at skipini, sum í løtuni eru úti, leita eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi á leiðunum norður úr Mykinesi.

- Eg havi skilt, at har eru bæði føroysk og íslendsk skip, og russar eru eitt nú á leiðunum í ein útsynning úr Føroyum, eisini í føroyskum sjógvi.

Reiðarin sigur, at fiskiskapurin í løtuni er smáligur yvir tað heila, sum hann tekur til.

Hann væntar, at tekur svartkjafturin seg ikki uppaftur nakað skjótt, fara flestu føroysku skipini á sild eftir hvítusunnu.

- Enn er kanska heldur tíðliga til sildina, tí enn hevur hon ikki fingið røttu fitina eftir gýting í vár. Men hesa tíðina broytist sildin skjótt, leggur Kristian Martin aftrat.

 

80% framleiðsla

Í fjør veiddu Christian í Grótinum og Norðborg tilsamans 13.000 tons av norðhavssild. Ein part av tíðini partrolaðu skipini, samstundis sum veiðan varð virkað umborð á Norðborg, ið hevur 6 flakalinjur umborð. Parturin, sum teir 23-25 menninir umborð á Norðborg ikki náddu at virka, varð landaður til virkir á landi.

- Samlaða flakaframleiðslan umborð á Norðborg í fjør var 6.500 tons, og hetta svarar til umleið 80% av sildini, sum okkara skip fiskaðu.

Kristian Martin Rasmussen væntar, at nú sáttmálin um sildina millum strandalondini er komin upp á pláss, og føroysku skipini soleiðis kunnu veiða upp í 35% av føroysku kvotuni í norskum sjógvi, fara skipini helst at verða á sildini tað, ið eftir er av hesum árinum.

 

Gevur fyrimunir

- At vit nú kunnu veiða ein fittan part av sildakvotuni í norskum sjógvi, fer at gera, at vit betur kunnu leggja veiðina til rættis. Nú kunnu vit fylgja sildini inn í norskan sjógv, tá hon fer hagar. Veiðan í føroyskum sjógvi nýtist tískil ikki at verða so “intens”, sum hon hevur verið, tí sildin kanska er á veg úr føroyskum sjógvi.

Kristian Martin Rasmussen sigur seg vóna, at hesin møguleiki fer at merkja, at skipini fara at fáa uppaftur meira burtur úr sildini í ár.