Nú verður farið undir at gera húsið til eldrasambýlið, sum Tórshavnar Kommuna keypti til endamálið í fjør
Talan er um eini hús í Hoyvík, og væntandi verður klárt hjá teimum eldri at flyta inn í vár.
Í húsunum er pláss fyri átta fólkum.
Tað verður Byggitek, sum skal gera húsini ístand fyri 850.000 krónur, umframt mvg.
Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd, sigur, at nógv er at gera við húsini, men tað er mest tí, at tilfarið innan skal vera úr brunatryggum tilfari.
Í fyrstu syftu verður miðhæddin og kjallarin innrættur til eldrasambyli. Uppi á loftinum eru eisini pláss, men tað verður onki gjørt við enn. Møguliga verður tað gjørt til verkstað av onkrum slag har ið búfólkini kunnu fáast við okkurt ítriv. Umframt tær 850.000 krónurnar, hevur býráðið játtað pengar til eina lyft, í húsunum. Eldrabylið verður ein deild av Lágargarði, tí tað heldur býráðið er best og bíligast, heldur enn at gera ein nýggjan stovn.