Ein stórur partur av bilførarunum í Føroyum virða ikki tær hámarksferðir, sum eru galdandi.
Tað vísir ein gallupkanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Kanningin vísir, at tað eru bara ein triðingur, ella 32 prosent, av bilførarunum, sum halda seg til hámarksferðina, og sum sostatt ikki koyra yvir 80 kilometrar um tíman á landsvegi.
Hinvegin koyrir nógv tann størsti parturin skjótari, og 53 prosent plaga at koyra 90 kilometrar um tíman og 13 prosent koyra vanliga 100 kilometrar um tíman.
Serliga ring er støðan, tá ið hugsað verður um teir ungu bilførararnir. Av bilførarum ímillum 18 - 24 ár er tað bara ein fimtingur, ella 19 prosent, sum heldur seg til hámarksferina. Og hjá teimum 25-49 ára gomlu, eru tað bara 15 prosent, sum halda seg til hámarksferðina.
Millum fólk í fimtiárunum, eru tað 34 prosent halda hámarksferðina og tað er ikki fyrrenn vit koma til teir eldru bilførararnir, teir, sum eru yvir 60 ár, har tað er meirilutin, ella 65 prosent, sum heldur lógina á hesum øki.
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir eitt átak fyri at fáa bilførarar at koyra spakuligari.
Tey siga, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at halda hámarksferðina, tí bara tað verður koyrt 10 kilometrar skjótari enn loyvt er, veksur vandin fyri lívi og heilsu munandi, skuldi eitt óhapp hent.
Í sambandi við átakið hava tey gjørt ein Youtube-film, sum sæst við at trýsta á pílin á myndini