Í gjár skuldu tilboð upp á at umvæla bygningarnar á Eirargarði 14 og 16 í Havn latast inn.
Arbeiðið snýr seg um høvuðsumvæling av bygingunum og hevur verið boðið út á almenna keypsportalinum, so sum lógin fyriskrivar.
Í útboðstilfarinum verður greitt frá, at talan er um tveir samanbygdir bygningar, sum liggja á matr. nr. 1000a, Tórshavn. Bygningarnir eru heim og umlætting fyri fólki við menningartarni, fjølbreki og rørslutarni.
Bygningarnir vóru bygdir í 1970-unum og tiknir í brúk 1. apríl 1980. Teknologisk Institut gjørdi í mars 2016 soppakanningar av Eirargarði 14 og 16. Niðurstøðan var, at bygningarnir vóru í góðum standi, men at soppur finst ymsastaðni, serliga í takrúminum. Báðir bygningarnir eru merktir vanligum sliti, gomlum innleggingum og skipanum.
Les eisini: Mótmæla harðliga ætlanunum um at umvæla Eirargarð
Høvuðsumvælingin fevnir í høvuðsheitum um at dagføra bygningarnar til nútíðar krøv og betra um umstøðurnar hjá borgarum og starvsfólkum. Arbeiðið fevnir fyri ein part um uttandura arbeiðið, har talan er millum annað um at skifta einstøk vindeygu og úthurðar, bjálva kjallara-útvegg og skifta feltir undir vindeygum. Størsti parturin av umvælingini er innandura arbeiðir, sum fevna millum annað um dagføring av innrættingum, útskifting av gólvi og lofti, málaraarbeiði, dagføring og/ella skiftan av innleggingum.
Javni, sum er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra, er ikki fegið um ætlanina at umvæla bygningarnar, tí felagið vildi heldur at nýggir bústaðir til búfólkið vórðu bygdir. Men landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen sigur, at hetta er fyrsta stigið, og tað verður tikið fyri at seta ferð á.
Les eisini: Er forsømt í 40 ár - nú skal ferð setast á
Tilboðini upp á arbeiði at umvæla bygningarnar skuldu vera inni í gjár.