Fara nú at reisa minnisvarða í Havn yvir merkiskvinnu

Minnisvarðin skal standa í Steinatúni mitt í Havnini

Tórshavnar Býráð fer nú at seta pening av fyri at reisa ein minnisvarða yvir undangongukvinnuna, Andreu Árting. Hetta er eitt mál undanfarna býráð tók upp, men tað er ikki komið á mál enn.

 

Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá ið hon, í ringastu tíðunum í 30 ́unum, púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

– Við sínum eyðsýnda, sosiala, tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríði í Føroyum í 20. øld, sigur býráði. Hon gekk eisini undan fyri at kvinnur skuldu fáa somu løn, sum menn og í 1977 komu tey á mál við tí.

 

Hon gekk eisini undan fyri at fáa kvinnur at rógva kapp.

 

Avtalað er gjørd við listarmannin,  Edvard Fuglø og minnisvarðin er teknaður og tað er klárt hjá listarmanninum at fara til verka. Tað er eisini semja um, at minnisvarðin skal standa í Steinatúni.

 

Tað er langt síðani, at ein millión varð sett av til endamálið, men stígur kom í málið. Eitt nú var ætlanin at fáa fakfeløg at vera við at fíggja hetta, men seinast, býráðið viðgjørdi málið, varð funnist at fakfeløgunum, tí tey vóru ikki sinnað at vera við.

 

Men nú er málið so tikið upp aftur og nú er semja um at seta eina millión av til endamálið afturat, og nú skal býráðið so taka støðu til málið.