Tórshavnar Kommunua skal nú hava ein umhvørvispolitikk.
Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá býráðnum, sigur, at tað hevur nevndin sett sær fyri.
Sostatt skal nú setast út í kortið, hvussu kommunan skal tryggja, at atlit verða tikin til umhvørvi og náttúru.
Hon sigur, at endamálið er, at Tórshavnar kommuna verðu rein grøn kommuna, hvat framtíðar orku og orkuskipanum, tilfeingi, ruski og skaðiligum evnum viðvíkur.
- Í einum grønum framtíðarsamfelagi verður orka vunnin úr varandi, reinum orkukeldum, og ikki úr avmarkaðum, dálkandi lívrunnum tilfeingi.
- Somuleiðis verður ansað væl eftir, hvussu rusk og skaðilig evni verða handfarin fyri at verja náttúru og umhvørvi.
- Skal henda framsøkna ætlan eyðnast, er umráðandi, at øll í kommununi, børn og vaksin, virki og stovnar, standa saman um hana, sigur Sigrún Mohr.
Sigrún Mohr sigur, at tað er eisini av stórum týðningi, at hvør einstakur borgari sleppur at siga sína hugsan og tí heitir hon á allar borgarar um geva sítt íkast, og um at koma við hugskotum um, hvussu kommunan skal seta grønu kósina frameftir.
Les meiri her: Gongda leiðin er grøn