Fara nú at gera Havnará á Vaglinum

Í dag fór fólk frá J&K Petersen undir arbeiðið at lata upp Havnará í miðbýnum í Havn

 

Talan er tó ikki um at lata upp niður til ánna, sum rennur undir Tinghúsvøllinum, men um at gera eina nýggja á omaná. Áin er ov skitin at lata upp, og tað verður mett at vera ov stórt arbeiði at reinsa ánna fyri kloakk í hesi syftu. Tað arbeiðið er mett at kosta yvir 100 milliónir

Havnará rennur oman úr Húsareyni norðan fyri Krákugjógv oman gjøgnum Gundadal. Hon hvørvur undir stadionøkinum í Gundadali, har hon rennur undir bæði Ovaravølli og Niðaravølli. Hinu megin Gundadalsvegin er hon opin aftur og rennur gjøgnum Viðarlundina, har síl síggjast í ánni. Hon fer undir heilt aftur norðan fyri Sjónleikarhúsið og sæst ikki aftur, fyrr enn hon kemur út niðri við Kongabrúnna. 

 

##med2##

Hon rennur undir Ebebezer og millum gamla sparikassabygningin og Telefonverkið oman á Vaglið og síðan oman eftir Áarvegnum, millum Essaba og Vertshúsið og út í Eystaruvág.

Nýggja áin, sum verður opin, verður frá Sverrisgøtu við gamla Sparikassabygningin oman á ánni, aftan fyri Kioskina hjá Astu og út á vegin fram við Tinghúsvøllinum, har hon fer at enda áraka standmyndina av Rasmusi Effersøe.

##med3##

 

Tala verður um eina eftirgjørda á við 100.000 litrum av vatni, sum verður pumpað niðanaftur og soleiðis endurnýtt. Samstundis kann alt regnið eisini verða leitt í ánna, tá ið tørvur er á tí.

Tað eru Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið, og umframt at gøta og øki fram við ánni verður upplýst, verður eisini lagt upp til, at listarljós verða gjørd fram við ánni.

Arbeiðið varð boðið út, og vóru tað J&K Petersen, sum høvdu lægsta tilboðið upp á slakar 12 milliónir. 

Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt í vár ella tíðliga næsta summar.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##