Fara nú at gera eina støð í Havn til endurnýtslu

Har kunnu privatfólk og virki, lata alt møguligt inn, so at onnur kunnu fáa nyttu av tí

Tey vita akkurát, hvar støðin skal vera, sigur Bjørg Dam, fremst á myndini, undir liðini á Súnu Mørk . Myndin er av býráðsfundi í Havn

Tórshavnar Býráð fer nú at gera eina endurnýtslu-støð í Havn. Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at sjey milliónir eru settar av til endamálið. Stjórin í byggifyritøkuni, Eysturlon, hevur verið alment frammi um at fáa eina endurnýtslistøð til byggitilfar. Hann sigur, at ofta loypur nógv tilfar av, tá ið bygt verður og tískil endar nógv, gott byggitilfar á brennistøðunum. 

 

Bjørg Dam sigur, at hetta er eitt mál, býráðið er framt um at skerja, men tað verður ikki bara ein høll til byggitilfar, men til alt møguligt. Ætlanin er, at bæði privatfólk, og fyritøkur skulu kunna lata tilfar inn á endurnýtslustøðin, har tað so verður. Síðani kunnu onnur fáa nyttu burtur úr tí – og ætlanin er eisini, at støðin skal hava høli til verkstað, íverkseting og undirvísing. 

 

Hon sigur, at endurnýtslu-støðin verður á einum stykkið at beint yvirav brennistøðini og endurnýtsluni á Sandvíkahjalla og nú verður arbeitt fyri at fáa fyrireikingarnar frá hondini.

 

– Tað er avgerandi fyri skiljihøllina, at hon liggur í beinleiðis framhaldi av brennistøðini og endurnýtslustøðini, sigur hon. 

 

Forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini sigur, at longu í næsta mánað verður byggivinnan, og onnur, boðin á fund at siga sína hugsan um umhvørvispolitisku kósina hjá kommununi, og tá er sjálvsagt at taka málið um at endurnýta av byggitilfar, upp.

 

 

Tey vita akkurát, hvar støðin skal vera, sigur Bjørg Dam, fremst á myndini, undir liðini á Súnu Mørk . Myndin er av býráðsfundi í Havn