Næsta ár verður farið undir arbeiðið at projektera tunnil til Vestmannar. Tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum Løgtingið hevur til umrøðu hesa vikuna. Í hesum sambandi eru fimm milliónir settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at projektera tunnil til Vestmannar.
Annars hevur Landsverk eisini mett um ferðasambandið til Vestmannar. Landsverk sigur, at spurningurin um tunnil til Vestmannar, stingur seg upp við jøvnum millumbili, tí fólk hava ampa av at koyra eftir fjøllunum til og úr Vestmanna um veturin, tá ið tað er kavi og stormur.
Landverk sigur í samferðsluætlanini til 2030, at í 2018 koyrdi 1.200 bilar til og úr Vestmanna um dagin.
Talan kann vera um at gera tunnil úr Kvívík, sum kostar 300 til 375 milliónir, ella tunnil av Leynavatni, sum kostar 445 – 544 milliónir. Men Landsverk metir, at við tí talið á bilum, sum koyra eftir Vestmannavegnum nú, er tað ikki neyðugt at gera tunnil og tí heldur Landsverk ikki, at nakað skal gerast við Vestmannavegin fyrr enn eftir 2030.











