Fara nú til Danmarkar

Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag vístu um vikuskiftið, at tær eru bestar í landinum. Umframt gullið, vunnu tær eisini luttøku í Danmarksmeistaraheitinum, sum verður 9. apríl.

Hildigunn Niclasen er, saman við Eyð Strøm, venjari hjá smágentunum hjá Havnar Fimleikafelag. Tær hava so mikið nógvar gentur, at tær hava tvey lið, nevnd a og b. Tað var a-liðið, har eldru genturnar eru, sum vann bæði fríu íðkanina og íðkanina við amboðum.
Spurd um hvat tað var, sum gjørdi, at júst hennara gentur vunnu kappingina í ár, svarar Hildigunn, at tær eru øgiliga góðar.
? Tað gekk væl, og eg haldi sjálv at serian var góð, og hóskaði væl til hesar genturnar. Sum venjari má man duga at raka støðið sum genturnar eru á. Um serian er ov torfør fyri tær, so telur tað niður. Er serian hinvegin ov løtt fyri genturnar, verður tað eisini trekt niður, og eg haldi, at vit raktu støðið hjá gentunum perfekt við hesi seriuni, greiðir Hildigunn frá.
Hon heldur at genturnar í Havnar Fimleikafelag eru sera javnt góðar, og megna væl at lúka øll krøvini sum skulu vera í eini seriu.
? Tær eru góðar, og útføra fimleikin væl. Eg haldi, at tað var tað, sum gjørdi at tær vunnu í dag, sigur Hildigunn, sum tó heldur at kappingin var sera jøvn.
Tað verður verri og verri at vinna, tí kappingin verður javnari fyri hvørt ár sum fer, sigur Hildigunn.
Vinnarin av smágentukappingini fær í ár møguleikan at luttaka sum gestalið í DM, har sum genturnar og kvinnurnar higartil hava luttikið. Undanfarin ár hava føroysku liðini verið langt frammanfyri donsku liðini, so spennandi verður at síggja hvussu fer at gangast teimum í ár.