Upptakt
»Er tað nakað, sum er verri enn at tapa eina finalu, er tað at tapa eina hálvfinalu« Orðini átti fyrrverandi landsliðsskiparin hjá Onglandi, Bryan Robson.
Men hóast hetta tí skuldi borga fyri einum stórum vónbroti hjá EB/Streymi, so tykist fokus longu nú at vera sett á næstu uppgávuna.
Sum støðan er í Formula-deildini, so kann EB/Streymur vissa sær gullið, um teir vinna sín heimadyst, samstundis sum HB ikki tekur av á heimavølli móti VB/Sumba, men tað er nú ikki ein møguleiki, sum verður roknaður serliga sannlíkur.
Hinvegin vita teir á oddaliðnum væl, at gullið kann koma heilt nær við enn einum heimasigri, og tað er eingin ivi um, at farið verður eftir stigunum, nú GÍ kemur á vitjan.
Motivatión og møði
Hjá EB/Streymi er lið- og verjuskiparin, Egil á Bø tó ikki tøkur hesaferð, nú hann fekk tvey gul kort í Gundadali. Tað verður Bárður Olsen heldur ikki, men roknað verður tó við, at hann er komin seg eftir knæskaðan, tá teir báðir seinastu dystirnir verða á skránni.
Í aðrar mátar eru allir mans tøkir, og so er spurningurin, hvussu Piotr velur at stilla liðið hesaferð. Seianasta sunnudag upplivdu teir, at møðin eftir fyrru hálvfinaluna móti B36 var stór. Og sama møðin er neyvan minni, nú talan gjørdist um 120 minuttir í seinnu hálvfinaluni.
Hinvegin kann trúgv ofta flyta fjøll, og tað er eingin sum helst ivi um, at motivatiónsfaktorurin er størri, enn hann nakran tíð hevur verið á Mølini. Við gullinum at spæla fyri geva spælararnir helst tað allar seinasta pettið av orku.
GÍ gevast ongantíð
Ta motivatiónina hava gøtumenn ikki. Sum árið hevur lagað seg, er onkra staðni millum lítið og einki at spæla fyri. Men hinvegin hevur mótloysi nú ongan tíð verið nakað, sum hevur eyðkent teirra spæl, og tí skulu vertirnir ikki rokna við, at teir fáa nakað sum helst forerandi.
GÍ má tó vera Poul Arna Jacobsen fyriuttan, eftir at hann fekk reytt seinast, og so er spurningurin, hvussu Petur Mohr velur at loysa tann trupulleikan.