Fara nú at viðgera Múlaklett

Eitt av málunum á skránni fyri bygdaráðsfund á Eiði í morgin er útstykking undir Múlakletti.

Í fundi í Eiðis kommunu í morgin fer bygdaráðið at viðgera eina ætlaða útstykking undir Múlakletti. Sambært heimasíðuni hjá kommununi og fundarskránni verður hetta mál viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, hevur áður víst á, at fólkatalið í kommununi er í vøkstri, og í løtuni eru bert fá grundstykki eftir, sum kunnu keypast.

 

Eiðis kommuna hevur samtykt at útstykkja trý nýggj grundstykki við Ljósá, sum verða klár í ár. Í Svínáum er nógv bygt seinnu árini, og í løtuni er einki óselt grundstykki tøkt í bygdini.

 

Nøkur grundstykki eru seld á Eiði í ár, og her eru bert nøkur heilt fá eftir. Tí er eisini neyðugt við nýggjari útstykking á Eiði.

 

Borgarstjórin hevur áður víst á økið undir Múlakletti. Her er veðurgott, og gott útsýni er yvir Hólman. Hetta er hagi, men eingin avtala hevur verið við umsitaran.

 

Í byggisamtyktini frá 2007 er Múlaklettur við sum ein møguleiki, og her fyriliggja eisini fyribils tekningar av økinum. Ætlandi kunnu eini 18 ella fleiri grundstykki útstykkjast her.

 

Á fundi í bygdaráðnum í morgin er hetta mál so á skrá, og tað verður - sambært fundarskránni - viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.