Fara nú at skjóta

Sandur: ?Sands Skjótifelag? verður helst navnið á nýggjum skjótifelagi við heimstaði á Sandi, har kortini fólk úr allari oynni kunnu gerast limir. Herfyri tóku nakrir menn heima á Sandi seg saman um at fáa eitt skjótifelag stovnsett, skrivar heimasíðan bkv.fo.

Umsóknir eru longu farnar til myndugleikarnar um góðkenning av plássinum, ið helst verður úti í Støð. Skjótiroyndir eru gjørdar og alt hevur riggað væl.

So um einar 3-4 vikur er klárt at stovna sjálvt felagið.