Fara nú at samráðast um fríhandil ímillum Føroyar og Japan

Vit eru samd um at styrkja búskaparligu bondini ímillum Føroyar og Japan, sigur Poul Michelsen

– Vit eru samd um at búskaparliga sambandið ímillum Føroyar og Japan skal styrkjast. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum og í uttanlandsmálum. Í hesum døgum er hann staddur í Japan við tí endamálið at slóða fyri eini fríhandilsavtalu ímillum Føroyar og Japan.

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hitti í gjár japanska starvsbróður sín, Taro Kono. Sum siður er í Japan, hevði Kono boðið Poul Michelsen til ein arbeiðsdøguðra í Tokyo og ráðharrarnir báðir eru komu ásamt um at fara undir samráðingartilgongdina um fríhandil ímillum Japan og Føroyar.

 

– Kono og eg eru samdir um at styrkja búskaparligu bondini til gagns fyri bæði londini, sigur Poul Michelsen í eini almennar fráboðan úr Japan í morgun.  

 

– Japan er ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Í heyst er harafturat ætlanin at skipa fyri einum vinnu- og mentanarátaki í Tokyo fyri at varpa ljós á Føroyar.

 

– Vit mugu smíða, meðan jarnið er heitt. Føroyar hava nógvar góðar vinir bæði í japansku stjórnini og í tjóðartinginum. Tí eri eg sannførdur um, at eitt slíkt átak fer at fáa góða undirtøku og kann fremja okkara søk her í Japan, sigur Poul Michelsen.

 

Eisini umrøddu Poul Michelsen og Taro Kono uttanríkispolitisku støðuna og trygdarviðurskifti í Fjareystri, serliga spurningin um Norðurkorea og sambandið ímillum Kina og Japan.

 

– Støðan Fjareystri er spentari, enn vit geva okkum far um. Higartil hevur Kono víst seg sum ein statsmann, ið við skynsemi og fastari hond arbeiðir fyri at minka um spenningarnar í økinum,” sigur landsstýrismaðurin.

 

Taro Kono vísti harumframt á, at Japan leitar út um sítt egna grannalag. Í tí sambandi er støða Føroya í Arktis er stak áhugaverd fyri Japan.

 

– Eisini fegnaðist japanski uttanríkisráðharrin um vinarbýaravtaluna, sum Klaksvík og Taiji undirskrivaðu um miðjan januar, sigur Poul Michelsen.