Fara nú at leita eftir fólki sum skulu heiðrast

Talan skal vera um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri at hjálpa fólki

 

Aftur í ár fer Reyði Krossur í Føroyum at tilnevna ársins fyrstuhjálpara. Og tí biðja tey einstaklingar, virki og stovnar, senda teimum uppskot um, hvør tey halda, skal hava hendan heiðurin.

Tey, sum verða skotin upp, skulu, hetta seinasta árið, á onkran serligan hátt hava givið øðrum likamliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Reyði Krossur, sigur, at endamálið er at varpa ljós á, hvussu stóran týdning tað hevur at duga fyrstuhjálp, og sostatt er endamálið eisini at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so at fleiri lív kunnu bjargast.

Tey, sum hava eitt uppkost, hava góða tíð, tí seinasta freiat at lata uppskot inn, er 15. januar, og so fer at ein dómsnevnd at viðgera innkomnu uppskotini.

Og so verður tað tann 5. februar, at tað verður avdúkað, hvør verður ársins fyrstihjálpari.