Fara nú at kanna orsøkina í eldin í Hovi

Í morgun fara teknikarar hjá løgregluni í Havn til Hovs at vita um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom í eini hús seinnapartin í gjár.

 

Tað var seint seinnapartin, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í einum sethúsum í Hovi, men tá ið sløkkiliðið kom á staðið máttu tey ásanna, at húsini stóðu ikki til at bjarga. Sostatt er alt brent innan úr teimum og tað er bara sjálvur skrokkurin, sum stendur eftir.

 

Eigarin var einsamallur í húsunum, tá ið eldur kom í, men hann slapp út í øllum góðum.

 

Ongin eyðsýnilig orsøk er til, at eldur kom í húsini og tískil fara teknikarar hjá løgregluni til Hovs í dag at vita um tað ber til at staðfesta orsøkin.