Fara nú at kanna eldsbrunan á Toftum

Í dag fer løgreglan at kanna, hví eldur kom í eini hús á Toftum í gjár. Tað var seinnapartin í gjár, at boðað var frá, at eldur var í einum húsum á Toftum. Løgreglan sigur, at vandi var ongantíð fyri mannalívi ella heilsu.

 

Sløkkiliðið á Skálafjørðinum varð boðsent og tað var skjótt at tey fingu tamarhald á støðuna. Løgreglan sigur, at húsini eru ikki niðurbrend, men tey eru kortini illa farin, at tað er ikki búgvandi í teimum. Og í dag fara brunaserfrøðingar hjá løgregluni inn á Toftir at kanna um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom í húsini.