Fara nú at herða eftirlitið við bøndrum

– Tað hevur ikki verið nóg gott hesi seinastu árini, ásannar landsstýrismaðurin á økinum

Eftirlitið við, hvussu bøndur røkja jørðina og kríatúrini, skal verða betri. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum.

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um hesi viðurskiftini og og Helgi Abrahamsen ásannar, at eftirlitið, Búnaðarstovan skal hava við festunum, hevur ikki verið nóg gott.

Men nú hevur hann biðið Búnaðarstovuna fáa hesi viðurskifti í rættlag. Í hesum sambandi skal Búnaðarstovan nú leggja eina ætlan soleiðis, at festi verða sýnað meiri regluliga í framtíðini.

Annars minnir landsstýrismaðurin á, at eftir djóravælferðarlógin hava øll, sum koma fram á djór, ið eru sjúk, meiðslað, ella, sum eru hjálparleys, skyldu til at hjálpa teimum so væl tey kunnu.

– Ber tað ikki til, skal eigarin, ella politiið, hava boð beinanvegin, sigur hann.

Eftir djóravælferðarlógini er tað eisini eitt krav, at tey, sum hava djór, skulu fara væl við teimum. Men Helgi Abrahamsen ásannar eisini, at hóast lógin er greið, hevur seyður í Føroyum ikki altíð tær umstøður, sum lógin krevur.

 – Tað er bara tannm sum hevur seyðin, sum hevur ábyrgdina av at tryggja, at seyðurin hevur tað gott, tí tað eru ikki myndugleikarnir hava ikki ábyrgd at tryggja, at viðurskiftini eru í lagi.

Hinvegin hava myndugleikarnir, tað eru løgreglan, landsdjóralæknin, og Búnaðarstovan, tá ið talan er um festi, ábyrgdina av tryggja, at eigarin fær viðurskiftini í rættlag, sigur hann.

Helgi Abrahamsen sigur, at nú Landsstýrið fer at orða ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, verður endamálið sjálvsagt eisini at kanna um tað ber til at tryggja djóravælferðina enn betur.

Kortini heldur hann eisini, at at djóravælferðarlógin hevur nógvar reglur um, hvussu djór skulu viðfarast, og tískil er einamest tørvur á eini hugburðsbroyting hjá teimum, sum hava seyð og onnur kríatúr.