Fara nú at gera ábøtur á smáar bygdavegir

Men tað verður ikki soleiðis sum tinglimir í andstøðuni vilja tað

Samgongan í Løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum frá trimum tinglimum í andstøðuni um at breiðka vegin ímillum Oyndarfjørð og Hellurnar, umframt at breiðka vegin til Funningsfjarðar.

Tað eru teir tríggir løgtingsmenninir, Kári P. Højgaard, Bill Justinussen og Magnus Rasmussen, sum hava lagt uppskotini fyri Løgtingið, men nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt tað til viðgerar, er tað greitt, at umboðini fyri samgonguna taka ikki undir við teinum.

Men tey siga, at fyri tað skulu ábøtur gerast á vegirnar, tí tey eru samd um, at tað er neyðugt.

Tey vísa á, at hóast ein partur av vegnum ímillum Oyndafjørð og Hellurnar er breiðkaður, er arbeiðið ikki liðugt. 

Men Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur kunnað Løgtingið um, at ítøkiligar ætlanir eru um at seta bilverju upp á einum vegastrekki upp á 300 - 400 metrar, har tað er ringast – og tað arbeiðið skal gerast í næstum. 

Landsstýrismaðurin hevur eisini boðað frá, at Landsverk hevur fingið boð um at gera ábøtur á vegin til Funningsfjarðar. Tað skal vera beinan vegin og í hesum sambandi skulu fleiri víkipláss gerast. 

Samstundis verður arbeitt við eini ætlan um at breiðka vegin, siga umboðini fyri samgonguni í Fíggjarnevndini.

Annars er ætlanin at gera størri ábøtur á vegin seinni. Í hesum sambandi mælir Landsverk til at brúka grót úr einum komandi tunli úr Gøtudali í Skálabotn, til endamálið. 

Eftir samferðsluætlanini skal tann tunnilin gerast í árunum 2022 til 2025.