Mánadagin verður hakin settur í fyri at grava omanav stykkinum, har nýggi risaskúlin skal byggjast í Havn.
Talan er um skúlan á Fløtum í Vesturbýnum, og tá ið hann er endaliga liðugur í 2020, skal hann hýsa heili 850 skúlabørnum frá fyrsta til níggjunda flokk, umframt 100 starvsfólkum. Tilsamans verður hann 11.600 fermetrar og kostar 350 milliónir.
Fyrstu næmingarnir sleppa kortini inn í 2018 og árið eftir sleppa enn fleiri næmingar inn, men heilt liðugur verður skúlin ikki fyrrenn í 2020.
Arbeiðið at grava oman av hevur verið boðið út og á fundi í kvøld samtykti Tórhavnar Býráð at taka av lægsta tilboði, sum Articon hevði, og sum var upp á 1.294.147 krónur.
Endamálið við at grava oman av er at fáa greiði á, hvussu lendið er undir moldini, tí tað fær týdning fyri jørðarbeiðið annars, bæði spreinging og planering.
Og nú býráðið hevur tikið av lægsta tilboðið, verður grabbin settúr í jørðina longu mánadagin. Og annars verður arbeiðið at gera skúlan boðið út, og væntandi verður tað longu um tvær vikur, ella fyrst í juni.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá býráðnum, sigur, at hetta er fyrsta stigi at fara í holt við at gera nýggja skúlan á Fløtum. Men hon leggur dent á, at neyðugt er nú, at arbeiðið gongur sum eftir ánni, og at ongin dagur fær fyri skeyti fyri at kunna halda tíðarætlanina og tí er neyðugt, at byggitíðin er so stutt sum gjørligt.
ALlir býráðslimir staðfesta somuleiðis, at hetta er ein íløga, sum tað ikki slepst undan at gera, tí sum er, ganga 850 skúlanæminga heimleysir og tað kann kommunan ikki bjóða teimum.
-Heldur tíðarætlanin ikki, dettur skipanin sundur og tí má hetta gerast nú, og tí er tað ein stórur dagur, nú vit seta grabban í, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini.
Býráðslimir eru eisini greiðir yvir, at vit at játta pengarnar til grevsturin, hava teir samstundis tikið undir við, at verkætlanin verður gjørd liðug.