Fara nú at byggja bíligar íbúðir

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta Húsalánsgrunnin so at hann nú eisini kann fíggja leiguíbúðir, lutaíbúðir og eigaraíbúðir.

Uppskotið er lagt fram í semju ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Umframt at fíggja bústaðarbygging, fer nú eisini at bera til hjá Húsalánsgrunninum at byggja íbúðir sjálvur, antin einsamallur, ella saman við kommunum ella felagsskapum.

Hesar bústaðir kann Húsalánsgrunnurin eisini sjálvur eiga og reka, antin einsamallur, ella saman við kommunum ella øðrum felagsskapum.

Aksel V Johannesen sigur, at hetta er eitt stórt framstig, serliga tá ið hugsað verður um leiguíbúðir, sum tað er stórur tørvur á í Føroyum.

- Nú fer tað at bera til at byggja bústaðir, har leigan verður so mikið bílig, at stakir uppihaldarar, lesandi, ung húski við børnum, pensjónistar og ymsir samfelagsbólkar við serligum tørvi, eisini fáa ráð til at fáa sær líkinda tak yvir høvdið, sigur landsstýrismaðurin.

- Hetta fer at geva okkum ein munandi fjølbroyttari bústaðarmarknað, enn vit hava nú og tað hevur stórur tørvur verið á, leggur hann afturat.