Løgreglan ger í hesum døgum málrættað átøk at fáa fatur á ungum prutlførarum, sum órógvar í grannaløgum við larmandi prutlum.
– Vit fáa nógvar fráboðanir frá fólkið, sum verða órógvað av larmandi prutlum, og um prutl, sum koyra ov skjótt, og at tey ungu heldur ikki nýta hjálm, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hann greiðir frá, at løgreglan royni at koma á tal við hesi ungu fólkini at greiða teimum frá, hvussu týdningarmikið tað er, at tey vanda sær væl í ferðsluni.
– Á einum prutli ert tú so útsettur, og tí hevur tað týdning, at ferðslureglarnar verða hildnar, at tú koyrir við hjálmi, og at tú ikki hevur fólk upp á skutaranum, sigur hann.
Í morgun var eisini boð eftir sløkkiliðnum í Havn, tí sjálvvirkandi eldávaringarskipanin á Ráðhúsinum í Havn boðaði frá eldi. Løgregla og sløkkilið komu skjótt á staðið, og átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum kundi staðfesta, at eingin eldur var, men at talan var um ein tekniskan trupulleika við skipanini.











