Fara ikki úr – men ynskja EITT kommunufelag

Á fundi í Sunda kommunu í kvøld skal atkvøðast um, hvørt kommunan framvegis skal vera limur í Føroya Kommunufelag.

Málið er vorðið viðkomandi, nú Vága kommuna á fundi 14. juni samtykti at fara úr hesum felagi og heldur melda seg inn í Kommunusamskipan Føroya.

Spurningurin, sum bygdaráðslimirnir í Sunda kommunu skulu taka støðu til í kvøld er hesin: - Skal Sunda kommuna framvegis vera í Føroya Kommunufelag, ella skulu vit søkja um limaskap í Kommunusamskipan Føroya?

Fíggjarnevndin hevur á fundi í farnu viku samtykt, at kommunan framhaldandi skal vera limur í Føroya Kommunufelag. Nevndarlimirnir heita hinvegin á felagið, um at fáa lagt kommunufeløgini saman sum skjótast.

Tilmælið sum bygdaráðslimirnir skulu taka støðu til í kvøld er tí at fylgja samtyktini í fíggjarnevndini.