Fara ikki at spæla Moirae

Tá rockbólkurin Moirae leygarkvøldið spælir á Kambsdali, verður tað fyri seinastu ferð nakrantíð í Eysturoynni

Aftaná stevnuna í Gøtu standa Moirae ikki aftur á palli í Eysturoynni.

Rockbólkurin, sum hevur havt takið á eysturoyingum og føroyingum annars seinastu árini, fer í søguna, tá hesin mánaðin er av.

Tað vendist ikki aftur, og tí fara Terji Rasmussen og hansara menn í Moirae at geva ein framførslu, sum er bólkinum verd, nú teir siga farvæl til eysturoyingar leygarkvøldið.

Kambsdalur hevur meiri ella minni verið heimavøllur hjá Moirae, og tað er har teir oftast hava staðið á palli. Kvøldini hava uttan undantak eydnast væl, og tá tað hava verið minst fólk, hava verið um 500, og tá vóru veðurlíkindini av teimum vánaligastu við kava og vindi.

Fleiri kvøld hava verið um 900 fólk í ítróttarhøllini, og hesaferð vóna teir í Moirae, at teir kunnu enda við einum rættiligum braki, tá teir fara upp um 1000 fólk á Kambsdali fyri fyrstu ferð.


Terji av landinum

Orsøkin til at Moirae nú fer at gevast at spæla er, at Terji Rasmussen flytir til Danmarkar at búgva. Bólkurin er tí á einum máli um, at eitt stórt, feitt punktum nú verður sett fyri bólkinum.

Kim Hansen, sum er keyboard-spælari í bólkinum, hevur eisini hug at royna seg meira sum frontfigurur í egnum bólki, og tað er eisini ein orsøk til, at teir nú leggja Moirae í jørðina.

Kim Hansen komponerar sjálvur tónleik, og hann fer framyvir at halda til í bólkinum Taxi. Tað er ikki ósannlíkt, at okkurt kemur á fløgu við teimum.

Fólk, sum hava verið á konsert við Moirae, hava eisini hoyrt Kim Hansen syngja, og soleiðis verður aftur leygarkvøldið. Hann fer at syngja nakrar av sínum egnu sangum og onkur coverløg, millum annað hjá Elton John. Tað ger hann so væl, at enski klaverboksarin neyvan hevði vent tummilin niður til frálíku framførslurnar hja Kim og Moirae.


Frá kopi til egið

Moirae byrjaði við at spæla løg hjá útlendskum bólkum, men teir hava so við og við funnið sín egna stíl, við sjálvgjørdum løgum og sermerktum upptraðkanum. Og tað er eisini hetta, sum fólk vilja hoyra frá bólkinum.

Moirae hevur givið tvær fløgur út, og tann seinna er júst komin út her í summar. Hittini av fyrru fløguni vóru fleiri, millum annað Eg flýggi til tónleikin, og longu nú hava onkur løg av nýggju fløguni fangað føroysku oyrini. Millum annað Brillumenn og framúr sangurin Mamma, sum Steintór Rasmussen og Terji Rasmussen hava gjørt, og sum eisini var við á útgávuni hjá Føstufressum í 1989.

Mamma klintrar í løtuni upp eftir hitlistanum 15 teimum bestu hjá Útvarpinum, og sum sangurin er skrúvaður saman á nýggju fløguni, kann hann saktans náa heilt upp á toppin.

Umframt at spæla løg av teimum báðum fløgunum, spælir Moirae eisini løg, sum limirnir hava gjørt í øðrum høpi. Millum annað løg hjá Frændum, har Terji hevur verið við, og løg av tiltiknu plátuni hjá Føstufressum.

Og tá klokkan so er farin av fýra leygarkvøldið, fara Terji, Kim, Mikkjal, Hjalti og Kaj av pallinum á Kambsdali fyri seinastu ferð undir navninum Moirae.

Tað er slutt og einki Moirae!