Fara ikki at seta krøv fyri at tryggja fólki náttarfrið

Vit fara ikki at nokta skipum at sigla upp á havnir í Tórshavnar Kommunu hóast tey elva til nógvan larm

– Vit fara ikki at vísa skipum frá okkum, hóast tey elva til nógvan larm. Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá Býráðnum.

 

Aftur hesa seinastu tíðina hevur larmur frá skipum, fingið nógva umrøðu, serliga eftir at nýstovnaða felagið, Heimafriður, hevur varpað ljós á trupulleikan.

 

Les meiri um tað HER

 

Á sumri í 2017 síðani ásannaði Bogi Andreasen, at talan er um ein stóran trupulleika, sum skuldi loysast. Tað kanst tú lesa meiri um her: Larmurin frá skipum skal steðgast

 

Men hóast hálvtannað ár er runnið síðani tá, er at kalla einki hent á økinum. Bogi Andreasen sigur, at Tórshavnar Býráð hevur tikið stig til at gera eina ljóðkanning fyri at fáa staðfest, hvussu umfatandi trupulleikin er. Tá ið úrslitið av henni fyriliggur, verður tað grundarlagið fyri, tí arbeiði, sum skal gerast framyvir.

 

Hann sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvørja uppfatan fólk hava. Hjá summum fólki er tað heilt óliviligt av larmi, men onnur hava ongan serliga ampa av tí. Og kanningin er gjørd fyri at vita akkurát, hvussu illa, skipini larma, sigur Bogi Andreasen.

 

Hinvegin sigur hann eisini, at í nýggju havnini, sum nú verður gjørd, eru rør løgd til at leggja káplar ígjøgnum so at skip kunnu fáa streym úr landi. Hann sigur eisini, at tey kanna eisini, hvørjir møguleikar eru at geva skip streym úr landi í Kollafirði.

 

Og hann ivast ikki, at úrslitið verður, at skipanir verða gjørdar, soleiðis at tað ber til hjá skipum at fáa streym úr landi. Men hann leggur kortini dent á, at tað fer ikki at vera eitt ófrávíkiligt krav at øll skip, skulu fáa streym úr landi, tí tað eru ikki øll, sum kunnu taka streym úr landi.

 

– Tað eru ikki øll skip, sum larma líka illa. Tað er serliga um næturnar, at fólk siga, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmi frá skipum. Men tað vil Bogi Andreasen ikki tryggja teimum, sum støðan er nú, tí hann sigur, at tey fara so ikki at vísa skipum burtur frá havnum í Tórshavnar Kommunu, hóast tey ikki kunnu taka skip úr landi, leggur hann dent á.

 

Annars heldur hann, at tað er ein uppgáva hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum um at gera eina felags reglugerð á hesum øki fyri allar kommunur í landinum. Vit fara ikki ein sínum eintingum at seta serlig krøv til skip, sum bara eru galdandi fyri Tórshavnar kommunu, og ikki fyri aðrar kommunur, leggur hann afturat.