Fara ikki at asfaltera - men at gera rulluportur og bilaverju

Ætlanin er at framskunda arbeiðið, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum

Kirkja í Fugloy. Vegurin til Hattarvík er so frægur, at hann verður ikki gjørdur enn. Myndina tók Ingi Sørensen

Tað verður ikki í fyrstu syftu, at vegirnir í Fugloy verða asfalteraðir. Tað sigur Uni Rasmussen, landssýrismaður í samferðslumálum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørjar ætlani eru um at asfaltera í Fugloy, og um ætlanin er at. gera nakrar aðrar ábøtur á vegin.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at vegurin ímillum Hattarvík og Kirkju var gjørdur í árunum frá 1975 til 1983, og seinni varð hann asfalteraður við oljugrúsi. Vegurin er fimm kilometrar langur, og hann hevur eina koyribreyt, men so eru nøkur víkipláss, har bílar kunnu møtast.

 

Tað kostar umleið 15 milliónir at asfaltera vegin. Sum heild er sjálv vegabreytin í hampiligum standi, og tískil er ikki ætlanin at asfaltera hann enn, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hinvegin eru rulluportrini vánalig, og tey skulu øll gerast í stand. Bilaverjan fram við vegnum er eisini sera illa farin, og tí má øll bilverjan gerast av nýggjum. Landsstýrismaðurin sigur, at tað verður neyðugt at framskunda hesi arbeiðini, men hann sigur kortini ikki, nær tey verða gjørd.

 

Somuleiðis sigur Uni Rasmussen, at ábøtur vórðu gjørdar á lendingina á Kirkju í 2021, soleiðis at atløguviðurskiftini blivu betri. Og verður játtan tøk til endamálið, kann verða farið undir at bøta um lendingina í Hattarvík. Í fyrsta umfari má lendið omanfyri lendingina tryggjast, so at tað ikki ríður oman, sigur landsstýrismaðurin.

 

Kirkja í Fugloy. Vegurin til Hattarvík er so frægur, at hann verður ikki gjørdur enn. Myndina tók Ingi Sørensen