Eru vanliga hjúnabandið ímillum mann og kvinnu og kjarnufamiljan við at fara í søguna. Tað er ein spurningur, sum verður viðgjørdur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag. Tey, sum fara at kjakast um evnið, eru Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, Sámal Matras Christiansen, socio- og politologur, og Pætur M. Hansen, samkomuleiðari.
Lutfallið ímillum kirkjuligar og borgarligar vígslur hevur eisini verið støðugt sama tíðarskeið, har tveir triðingar giftast í kirkju og ein triðingur giftust borgarliga. |
Men taka vit so talið á hjúnaskilnaðum, fara væl fleiri hjún frá hvørjum øðrum nú enn fyri 35 árum síðan.
- Í 1980-árunum øktist talið á hjúnaskilnaðum úr eini 20 um árið, upp í 60, ella 300 prosent, men í fjør vórðu 77 hjún skild.
- Taka vit so kjarnufamiljuna, er truplari at greina og halda skil á teimum mongu samlívshættunum, sum fólk velja sær, og hvussu ofta fólk skifta maka.
- Hyggja vit síðan at talinum á støkum uppihaldarum, er tað økt úr umleið 100 fyri 40 árum síðan og upp í fleiri enn 1.000 í dag, tað er ein tíggjufalding.
Ivaleyst er talið á børnum í hvørjum húsarhaldi støðugt fallandi – úr yvir 3 børnum í hvørji familju niður um 2,5.
- Hvussu hevur so tann søguliga gongdin verið í Føroyum og aðrastaðni í Vestanlondum?
Hevur familjan tað betri í Føroyum enn aðrastaðni? Um so er, hvussu tá, og hvussu hevur gingist við tí kristnu dimensjónini í okkara siðbundna hjúnalag?
- Hvørja funktiónir hevur kjarnufamiljan havt her og aðrastaðni ígjøgnum ta nýggjaru søguna og hvussu hevur hjúnabandið ávirkað støðuna hjá monnum og kvinnum farnu 50 árini?
- Er støðan kvinnunar styrknað ella viknað sammett við støðu mansins og hevur kvinnufrígeringin verið orsøk til vaksandi talið á hjúnaskilnaðum ella hevur tað styrkt støðuna hjá kvinnum?
- Og ber yvirhøvur til at spáa um framtíðina hjá siðbundna hjúnabandinum og kjarnufamiljuni.