Nú jólini nærkast, og nógv jólaborðhald eru, er eisini ætlanin at fara undir eitt miðvíst átak fyri at forða fyri rúsdrekkakoyring.
Í hesum sambandi verður boðað frá í morgun, at hesar næstu dagarnar fara Ráðið fyri Ferðslutrygd, og Trygd, at minna føroyingar á at teir skulu ikki koyra við kenning.
– Hugburðarkaningar vísa greitt, at rúsdrekkakoyring er ikki góðtikin, og at tey flestu siga seg vilja forða øðrum at koyra ávirkað. Hetta sæst aftur í talinum á ferðsluvanlukkum við rúsdrekka, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
– Seinnu árini er talið á rúsdrekkavanlukkum í ferðsluni minkað, men enn er hetta ein kendur trupulleiki, sigur hon.
– Sært tú eitt vinfólk, ella ein familjulim, sum rótar eftir billyklunum við kenning, er umráðandi at tú tekur støðu. Tað kann vera nóg mikið bara at spyrja:”Ert tú vísur í, ella vís í, at tú skalt koyra?” Hetta kann vera tað, sum fær hann ella hana at hugsa seg um og lata bilin standa, sigur hon
Eisini Brian Smedemark, stjóri í Trygd, fegnast um, at talið á rúsdrekkavanlukkum í ferðsluni er í minking:
- Hóast talið á rúsdrekkavanlukkum er minkandi, er tað framvegis eitt kent vandamál. Tí er umráðandi at varpa ljós á vandan fyri høpisleysum skaðum og knústum mannalagnum, sigur hann.
Tey vísa eisini á, at tað er ikki ein gongd leið at drekka, og royna at rokna út, hvussu nógv alkohol er í blóðunum, tí tað kann skjótt ganga galið. Og tað skal ikki so nógv til, áðrenn talan er um rúsdrekkakoyring, tí markið er bara 0,2 promillu.
Tey siga eisini, at hesa tíðina fer Politiið at gera nógv burtur úr at kanna ferðsluna fyri at vita um bilføarar koyra við kenning.