Fara helst í rættin við Jørgen Niclasen

Enn er málið um sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, ikki avgreitt.

Sambært Eyðuni Christiansen, stjóra í Føroya Kommunufelag, so hevur Jørgen Niclasen biðið um fund millum seg og Kommunufelagið í næstu viku, men hesum hava kommunurnar ongan áhuga fyri. Tey hava bara givið honum freist til á middegi í dag at svara, og hann hevur ikki svarað.

Málið fer nú víðari, og tað merkir helst, at Kommunufelagið fer í rættin við fíggjarmálaráðharranum, sum sambært teimum fremur brot á kommunulógina.