Stuttur tingfundir og fleiri nevndarfundir er skránni hjá Løgtinginum í dag.
Tað er eittans punkt á skránni til tingfundin í dag klokkan 15: Framløga. Tá fer vinnunevndin helst at leggja álit fram í sambandi við uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap – tað er fiskidagar 1. september til 31. desember 2017 í ár.
Hóast talan verður um stuttan tingfund, so eru fleiri nevndarfundir.
Formansskapurin fer á fundi klokkan 12 millum annað at taka støðu til gerð av túni uttan fyri Tinghúsið, tá tilboðini verða løgd fram. Eisini fer formansskapurin at viðgera vitjan hjá danska formansskapinum – og sum síðsta mál á skránni er eykajáttan til setan av kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.
Vinnunevndin hevur fund klokkan 13:30, har tey fara at viðgera uppskotið um fiskidagar og helst at skriva álit.
Fíggjarnevndin hittist klokkan 14:30 at viðgera uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2017 og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, sum snýr seg um at strika skattaafturbering til bare-boat leigað skip uttan fyri FAS.
Løgtingsins limir í útnorðurráðnum hava fund klokkan 15:15 – eftir stutta tingfundin, har tey fara at fyrireika seg til ársfundin hjá útnorðurráðnum 2017.










