Fara heimaftur hóast vanda fyri nýggjum gosi

Altjóða felagsskapirnir, sum ætlaðu at hjálpa teimum, sum flýddu undan gosinum í Kongo, noyðast at broyta sínar ætlanir, tí fólk venda heimaftur, hóast vandi er fyri nýggjum gosi

Altjóða hjálparfelagsskapirnir høvdu sett sær fyri at byggja legur til til teirra, sum vóru rýmd undan gosinum við býin Goma, men í gjár vóru bara 5000 eftir av teimum umleið 400.000, sum vóru flýdd um markið til Rwanda.
Talsmenn hjá felagsskapunum siga, at fólk vilja ikki lurta eftir ávaringum um møgulig nýggj gos, og at tey heldur vilja sleppa heimaftur. Tey tykjast heldur ikki ávirkað av, at teir flestu vegirnir liggja undir í grótbræðingini, sum kom upp úr gosopinum. Fólk vilja sleppa heim fyri at vita, um húsini standa enn, siga talsmenn hjá hjálparfelagsskapunum.
Felagsskapurin World Vision segði í gjár, at næstan øll, sum flýddu úr býnum Goma, vóru farin heimaftur. Talsmaðurin legði afturat, at úrslitið er ein onnur kreppa, tí lítið og einki er eftir av býnum.
Fleiri skjálvtar
ST heldur, at 45 fólk doyðu, tá gosfjallið Nyiragongo sendi eina flóðaldu av gløðandi gróti oman eftir líðunum seinasta hósdag, og serfrøðingar hjá ST halda, at vandi kann vera fyri nýggjum gosi.
Fleiri harðir jarðskjálvtar hava verið kring fjallið seinastu dagarnar, og júst hetta halda serfrøðingarnir vera eina fráboðan um, at fjallið kann fara at goysa aftur. Harafturat kemur eitrandi gass upp úr teirri storknaðu grótbræíngini.
Tey, sum eru komin aftur til Goma, hava lítið til matna, og har er næstan einki reint vatn. Fleiri hava fingið sær vatn úr Kivu-vatninum, hóast myndugleikarnir hava ávarað um, at vatnið kann vera vandamikið at drekka, tí tað kann vera eitrað av grótbræðingini.