Fara eisini at koppseta børn – bíða bara eftir pengum

– Vandi er fyri einum hørðum vetri, men verða børnini koppsett, kann tað forða fyri heilt nógvari smittu

Tað er ikki bara korona, sum fer at gera um seg í vetur, tí influensa er eisini á veg ímóti okkum. Eitt úrslit av tiltøkunum, sum vórðu sett í verk ímóti koronu fyri næstan tveimum árum síðani, er, at influensa heldur ikki hevur gingið. Tí stúra læknar fyri, at órinsverjan ímóti influensu er viknað og tí kann hon raka hart í vetur. Serliga stúra læknar fyri støðuni, skuldi tað hent, at fólk fáa bæði influensu og koronu í senn.

 

Les eisini: Tað kann verða ein harður umgangur hjá nógvum

 

Landslæknin hevur sagt, at tað er álvarsligt, fáa fólk báðar sjúkurnar ísenn, verða tey ikki tvær ferðir so sjúk, men fýra ferðir so sjúk. Tí mæltu myndugleikarnir í Danmark til, longu í september, at eisini børn ímillum tvey og seks ár, verða koppsett fyri influensu. hetta er fyrstu ferð, at mælt verður til, at eisini børn verða koppsett fyri influensu. Tað verður ikki gjørt við sproytu, men við einum pístri upp í nøsina, tvær ferðir.

 

Landslæknin hevur greitt okkum frá, at verða børnini koppsett, minkar tað smittuspjaðingin heili 50 prosent, tí tey eru hervilig at bera smittuna runt. So tað er ikki bara fyri at verja børnini, at tey verða koppsett, tað er eisini av stórum, samfelagsligum áhuga, sigur Landslæknin.

 

Les meiri um tað her: Tey verða fýra ferðir so sjúk sum annars

 

Í síðstu viku staðfestu heilsumyndugleikarnir í Danmark, influensan er á veg, men at tað gekk alt ov seint at fáa børnini koppsett. Tí er mannagongdin eisini broytt fyri at gera tað ómakaleysari, so nú kunnu foreldur eisini fara á apotekini at koppseta børnini og sostatt er ikki longur neyðugt at fara til lækna.

 

Myndugleikarnir í Føroyum tóku eisini undir við, at vit skulu koppseta tey 2-6 ára gomlu, men so hoyrdist einki aftur.  Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at bíðað verður eftir eina játtan til endamálið. Løgtingið viðger eitt uppskot um eykajáttan til ymisk endamál og har er eisini tað við at játta tvær milliónir til at koppseta tey tvey – seks ára gomlu.

 

Uppskotið kann, í allar fyrsta lagi, samtykkjast seinast í hesi vikuni og landsstýrismaðurin sigur, at beinanvegin tað er samtykt, verður kunngerðin um koppseting broytt so at tvey til seks ára gomlu kunnu verða koppsett fyri influensu.