Fara eftir tí sama

Við avgerandi málinum í Fugla­firði í gjár staðfesti Sølvi Vatnhamar støðu sína sum toppskjútti hjá Vík­ingi, og við sínum 10 málum higar­til er hann eisini fram­veg­is næstfremstur av øllum mál­skjút­tunum í Voda­fone­deildini.
– Tað er sjálvandi deiligt at skora málini, men tað týdn­ing­ar­mesta er at fáa stig­ini. Hesa ferð var ætlanin hjá okkum heilt avgjørt at fáa øll trý stigini, tí vit høvdu nógv at hevna, eftir at ÍF sendi okk­um út úr steypa­kapp­ing­ini. Vit vildu vísa, hvør dug­ur var í okkum, og tað gjørdu vit eisini, sjálvt um vit góvu teimum ov nógv pláss í sein­na hálvleiki, segði Sølvi eftir dystin.
– Fyrra hálva av kapp­ing­ini var skuffandi, men nú royna vit at koma so høgt, sum tað ber til hjá okkum. Mál­ið er fyrst og fremst at taka fjórða plássið, so vit næsta ár kunnu spæla Europa League, og tí royna vit nú at sleppa fram um ÍF, sum hevur eitt stig meira enn vit, men eisini hevur spælt ein dyst meira.

Marginalar ímóti
Stendur tað til fuglfirðingar, skal hetta tó ikki eydnast Vík­ingi, tí málið hjá ÍF er júst tað sama, at fáa atgongd til euro­peisk­an fótbólt næsta ár.
– Víkingur andar okkum í nakkan, men vit royna at koma víðari, so vit í minsta lagi kunnu fáa fjórða plássið. Vit mugu ásanna, at vit eru steðg­aðir eitt sindur upp, men soleiðis er tað bara, at tú fært ein niðurtúr viðhvørt. Tað er støðan hjá okkum nú, men vit fara framvegis at gera alt fyri at venda gongdini, segði Andy Olsen hjá ÍF.
– Heldur ikki hesa ferð vóru marginalarnir við okkum, tá vit í seinna hálvleiki komu longur fram á vøllin, samstundis sum Víkingur trekti seg longur aftur. Vit fingu nakrar møguleikar, men fyri tað mesta var talan um hálvar kjansir, sum vit tíverri einki fingu burturúr. Vóru vit hepnari í dag, fingu vit okkurt mál, men marginalarnir eru bara ikki við okkum í løtuni.