Fara eftir stórum oljufundi

ENI boringin røkkur endaliga málinum í oktober Hóast struktururin, sum ENI fer eftir í føroysku undirgrundini ikki er av teimum størstu, so vóna italsku jarðfrøðingarnir kortini, at boringin á Anne Marie leiðini fer at raka við eitt stórt oljufund. ?Oljugoymslurnar um allan heim minka og eftirspurningurin eftir kolvetni bara veksur. Tí vóna vit at raka við okkurt ?Big? í Føroyum. Hetta segði leitistjórin hjá italska fyristøðufelagnum ENI, Eugenio Antonielli á Oljutinginum mikukvøldið. Hann vildi tó ikki siga, hvussu stórur møguleikin er fyri at gera eitt fund. Segði at Føroyar eru partur av Hetlandslagdini, sum hevur víst seg at goyma fleiri stórar olju- og gasskeldur. ?Jarðfrøðin kennir ikki politisk og geografisk mørk, og tí meta vit møguleikarnar fyri at finna kolvetni føroysku megin markið at verða góðar. Leitistjórin nevndi tó eisini tær forðingar, sum eru í føroysku undirgrundini, eitt nú basaltið. ?Vit halda vit skulu bora gjøgnum nakrar hundrað metrar av basalti. Hetta er ein avbjóðing, sum vit tó halda er atkomilig. Vónandi kann okkara boriarbeiði eisini vera við til at skilja undirgrundina betri og ikki minst basaltið, sum so aftur kann gagna framtíðar boringum.

Eugenio Antonielli segði, at ENI hevur peikað út seks mál (target) í boriholinum. Teir nærkast einum av hesum og væntandi koma teir heilt á mál miðjan oktober. ?Vit hava góð viðurskifti við føroyskar myndugleikar, okkum dáma væl at vera her, fólkið er sera vinarligt, og so sær undirgrundin eisini sera áhugaverd út. Vónandi finna vit kolvetni, sum kann gagna lokala samfelagnum og eisini okkum, sum gera hesa stóru íløguna. ENI sær eisini, at man ger gassfund, tí gass er reinari orkukelda. Italski leitistjórin vísir annars til, at olja longu er funnin í Føroyum og sipar til Marjun fundið. ?Sjálvur haldi eg, at oljuídnaðurin eigur at fara aftur til hetta fundið og gera sítt heimaarbeiði og kanna, hví úrslitið varð sum tað bleiv.

Rás 2 fer millum klokkan 11.15 og 11.45 at hava samrøðu við italska leitistjóran. Í sendingini er eisini prát við norska vinnulívsmannin Per Sevig, sum hevur gjørt stórar íløgur í Føroyum. Hann heldur, at føroyska samfelagið eigur at gera seg út til í framtíðini umframt at hava eina fiskivinnu eisini at menna eina oljuvinnu.