- Vit ynskja at leggja ein bønarring kring oyggjarnar og øll grannalond okkara ímóti tí antikristiliga rákinum, siga teir báðir ikki sørt spentir á málinum, nú tað av álvara nærkast til stevnuna.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika stevnuna, sum væntandi fer at hava einar 30 gestir úr øllum grannalondum okkara, umframt føroyingarnar.
Hugskotið til hesa ráðstevnuna er í roynd og veru 15 ára gamalt. Tað stavar frá eini líknandi stevnu sum varð hildin á Hotel Føroyum í 1996.
- Eg havi síðani luttikið á fleiri líknandi stevnum í grannalondum okkara. Men tað var serliga aftaná eina slíka stevnu í Týsklandi fyrr í ár, at eg kendi tað so, at vit áttu at havt eina slíka stevnu aftur, greiðir Tummas Jacobsen frá.
Her í Týsklandi hava tey havt ein serstakan bønarmiðdepil seinastu seks árini, har fólk eru í bøn allar 24 tímarnar um samdøgrið.
- Um vit nakrantíð koma so langt sum tey, dugi eg ikki at siga. Men tað hevði verið ótrúligt, um vit kundu havt fólk sum vóru í bøn alt samdøgrið fyri landi og fólki okkara.
Fyrsta stigið á hesi leið kann í øllum førum verða tikið á bønarráðstevnuni, sum snøgt sagt hevur til endamáls og eitur "Norðurlond aftur til Gud".
Út at biðja
Nú eru bert tríggjar vikur til stevnan byrjar, og longu nú er skráin fyri ein stóran part liðug.
Skipað verður soleiðis fyri, at hvørt einstakt Norðurland fær høvið at leggja fram síni serstøku bønarevni. Eftir tað verður so biðið fyri hesum ymisku evnunum.
Ætlanin er somuleiðis at fara til ávís støð, har luttakararnir kunnu steðga á at biðja fyri staðnum, bygninginum og teimum sum rørast her ella búgva her.
Sum nevnt verður miðað eftir at fáa gestir úr øllum Norðurlondum við. Við til stevnuna verða eisini fólk úr ymiskum kirkjum og samkomum kring alt landið.
Stevnan endar sunnudagin 25. september klokkan 16, við at allir luttakararnir fara í bøn fyri Ísrael.
Einkarrættur
Ein líknandi bønarráðstevna sum henda varð hildin í Havn í 1996. Ta ferðina vóru 300 luttakarar.
Eftir hetta kundu luttakararnir staðfesta fleiri viðurskifti, ið vórðu broytt. Eitt heilt ítøkiligt bønarsvar var, at fiskur brádliga kom aftur á grunnarnar, og at einkarrætturin til útvarpið varð avtikin stutt eftir. Hetta slóðaði fyri útvarpsrásunum Lindini og eisini Rás2.
- Okkara vakra land hevur framvegis brúk fyri forbøn, siga Johan Petur Johannesen og Tummas Jacobsen.
BØN
- Vit fara nú í bøn fyri Norðurlond, siga teir báðir, Johan Petur Johannesen (vinstrumegin) og Tummas Jacobsen, sum eru við til at fyrireika bønarráðstevnuna seinni í mánaðinum