Fara at viðgera verkfallið hjá ljósmøðrum í morgin

Sum støðan er beint nú, taki eg ikki stig til at kalla Løgtingið saman at gera enda á verkfallinum hjá ljósmøðrunum, sigur landsstýrismaðurin

Støðan er rættiliga álvarslig, men sum støðan er nú, er tað avmarkað, hvat eg fáa gjørt. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Í kvøld hevur KvF upplýst, at ljósmøðurnar, sum hava verið í verkfalli í tvær vikur, fara nú at herða verkfallið og frá klokkan trý, seinnapartin leygardagin, verða ongi undantøk givin yvirhøvur, heldur ikki har tað stendur um lív ella heilsu.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil bara taka sær av sjálvum samráðingum, tí tað er landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevur ábyrgdina av øllum øðrum viðurskiftum í hesum sambandi.

 

Vit fingu fatur á Heðin Mortensen fyrr í kvøld, men hann sigur, at sum støðan er beint nú, fer hann ikki at taka stig til at kalla Løgtingið saman at gera enda á verkfallinum.

 

At steðga einum verkfalli við lóg, er eitt rættiliga álvarsligt stig at taka, sum bara verður í heilt serstøkum føri, sigur landsstýrismaðurin.

 

Seinast tað hendi, var fyri 13 árum síðani, í 2005, tá ið løgtingið gjørdi enda á einum verkfalli hjá maskinmeistarunum hjá SEV. Avleiðingin av tí verkfallinum var, at landið lá partvís í streymloysi um dagarnar, og Løgtingið metti, at talan var um eina neyðstøðu, har stór virði kunnu fara fyri skeyti, bæði fyri privatpersónar, virki og hjá tí almenna.

 

Heðin Mortensen sigur, at sum støðan er í kvøld, fer hann ikki at taka nakað politiskt stig fyri at steðga verkfallinum. Tað er hann als ikki til reiðar, soleiðis sum støðan er beint nú.

 

Men hann heldur kortini, at støðan er so mikið álvarlig, at beinanvegin hann fer til arbeiðis í morgin ári, fer hann at seta seg inn í støðuna fyri at fáa eina fullfíggjaða mynd av, hvussu málið liggur.

 

Hann hevur ikki verið partur í málinum fyrr enn beint nú í kvøld, so hann følir ikki nógv væl upplýstan til at taka eina støðu. Í kvøld hevur hann eisini fingið eina kunning frá Heilsumálaráðnum og frá ljósmøðrunum. Hinvegin hevur hann ikki fulla greiði á, akkurát, hvat er hent í sjálvum samráðingunum, og hvat tað er, sum hevur ligið á borðinum ímillum partarnar, og hví samráðingarnar eru slitnaðar.

 

Tað skal hann eisini hava fulla greiði á, og so fer hann at taka málið upp við løgmann, og onnur í samgonguni fyri at vita, hvat er at gera.

 

Og, hvat úrslitið av tí verður, er ómøguligt at siga, leggur hann afturat – men sum støðan er í kvøld, verða politisk stig ikki tikin, endurtekur hann.

 

Eg vænti ikki, at nakar vil leggja rygg til, at lív og heilsa verður sett í váða og fer hann at leggja nógv fyri í royndunum at finna eina loysn.