Fara at vísa film í Løkshøll

Á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, at tey í næstum fara at vísa film 14. hvønn dag í Løkshøll.

– Rúnavíkar kommuna letur nú upp býarinnar mentanarhús, Løkshøll, upp fyri kykmyndur hvønn 14. dag – ókeypis, og vit bíða eisini í stórum spenningi eftir Geyta- og Robertvinnaranum, Andriasi Høgenni, at hann kemur á gátt við tí stóra spælifilminum, sum býráð okkara hevur valt at stuðla, segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, millum annað, á Geytavirðislønin varð handa í gjárkvøldið í Norðurlandahúsinum.

Runavíkar kommuna er høvuðusstuðul til Geytatiltakið, og lat tær 35.000, sum vinnararnir, Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu fyri filmin »Hví eru vit her?«

Átta filmar vóru tilnevndir til tiltakið í gjárkvøldið.

##med2##

Umframt vinnarar var Gudmund Helmsdal heiðrarður við áskoðaravirðislønini, sum er 25.000 krónur, sum Tórshavnar kommuna lat.

Tilnevndu filmarnir vóru hesir:

VIÐ FYRSTA EYGNABRÁ - Esther á Fjallinum 2019

VERKIR (partur 1 av 3) - Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019

HVÍ ERU VIT HER? - Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019

ÓSØGD ORÐ - Nóllywood 2019

TRØLLABEIGGI Gudmund Helmsdal 2019

THE RIVER - Atli Brix Kamban 2019

SMOOTHIE BABY - Nóllywood 2019

VIT/KENSLUR - Nóllywood 2019

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra røðuna, sum Tórbjørn Jacobsen helt í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið.