Í næstum fer Strandferðslan at kallar avvarðandi partar til fundar at umrøða ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina. Petur Elias Nielsen, stjórnarskrivari hjá Varðanum Pelagic, sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at hetta er niðurstøðan av einum fundi, har ferðasambandið varð til umrøðu.
Tað frættist javnan at bæði ferðafólk og vinnulívið í Suðuroy eru ónøgd við støðuna, bæði tí tað er plásstrot umborð á Smyrli, tí Smyril er seinkaður.
Varðin Pelagic, Bakkafrost í Vági, Delta Seafood, TG Seafood og IRF Suðuroy, eru nøkur av teimum, sum brúka Smyril mest, og herfyri bjóðaðu tey landsstýrismanninum, Jørgen Niclasen, leiðsluni á Strandferðsluni, politikarum úr Suðuroy og flutningsfeløgum, til fundar at umrøða støðuna í samband við farma- og ferðafólkaflutninginum um Suðuroyarfjørð.
Vinnulívið í Suðuroy hevur mestsum bara Smyril at dúva uppá, men tað er ringt at leggja virksemið til rættis, tá ið siglingin er so óreglulig, bæði tí at Smyril siglur so fáar túrar, tí at tað er plásstroti umborð, ella av tekniskum trupulleikum og ringum veðri, sigur hann í tíðindaskrivinum.
– Flutningskostnaðurin um Suðuroyarfjørð er longu frammundan tyngjandi fyri kappingarførið hjá vinnulívinum í Suðuroy, og tí varð eisini staðiliga mælt frá at hækka farmakostnaðin enn meira, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Í hesum sambandi heitti Kristin Michelsen, tingmaður og borgarstjóri á Tvøroyri, á tingfólk úr Suðuroy um at virka fyri at Strandferðslan fær eina játtan upp á 14 milliónir afturat so at Smyril kann sigla tríggjar túrar um dagin, alt árið.
Men Petur Elias Nielsen sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at Strandferðslan skal, sum skjótast, kalla avvarðandi partar til fundar at umrøða málið nágreiniligari og at fremja neyðugar broytingar.
Her kann skoytast upp í, at tá í Løgtingið umrøddi Fìggjarlógina fyri næsta ár, nevndi Kristin Michelsen eisini møguleikan at játta Strandferðsluni 14 milliónir afturat, men enn er óvist, hvørja lagnu tað fær, tí enn er fíggjarlógin ikki endaliga samtykt.