Áin og ósin verða bjargað, men fjøran á Sundi verður løgdu undir grót
Hóast tíðindini um, at Sundsá á Sundi ikki verður løgd undir heilt, so er als ikki ætlanin at steðga stóru útbyggingini av havnarlagnum á Sundi.
Tað sigur Bogi Andreasen, sum er formaður í vinnu- og havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
– Samgongan ynskti at finna eina loysn uppá, hvussu áin kundi varðveitast, uttan at ætlaða útbyggingin verður broytt, sigur Bogi Andreasen.
Tí verður ein grønur geiri gjørdur, har áin er í dag, og so verður fylt upp eystanfyri.
– Avbjóðingin er so at gera atkomuviðurskiftini so skynsamt, sum gjørligt frá núverandi havarlagi tvørtur um grøna geira til nýggja havnarlagið, sigur Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at har er ein gomul brúgv tvørtur um ánna. Ætlanin hjá býráðnum er at brúka pengar upp á at tryggja ta farleiðina, soleiðis at tann tunga ferðslan, sum verður á økinum, kann koyra tvørtur um brúnna til nýggja havnarlagið.
Bogi Andreasen sigur, at stórur áhugi er fyri at brúka økið á Sundi.
– Har er so at siga fult við tí virksemi, sum er í dag, og tí, sum er á veg, sigur hann.
Nýggja útfyllingin verður umleið 50.000 fermetrar. Tann útfyllingin, sum er gjørd frammanundan er umleið 28.000 fermetrar. Tann parturin, sum er sprongdur inn í lendið er um 13.000 fermetrar. Nýggja útfyllingin verður tí umleið tvífalt so stór, sum verandi útfylling, og samlaða lendið, sum skal brúkast til vinnuligt endamál verður umleið tvífalt so stórt, sum tað er í dag.
Spurdur um nýggja býráðið ikki vil ganga ynskinum frá eitt nú kaldbaksfólki um at varðveita fjøruna á møti, sigur Bogi Andreasen, at tað ber ikki til.
– Vit vilja varðveita ánna og ganga teimum ynskjunum á møti. Men tað ber ikki til at steðga ætlanini við at víðka vinnuøkið á Sundi.
– Tað løbið er koyrt, sigur Bogi Andreasen.