Útbygging
Palm Seafood er eitt av teimum fiskavirkjunum, sum vórðu sett á stovn í Vági í kjalarvørrinum á kreppuni, sum legði bæði fiskivinnu og alla aðra vinnu í Vági lamna.
Men síðani hevur gingið støðugt framá hjá Palm, ikki minst síðani eitt stórt íslendskt samtak, SÍF, Sølusamband Íslendskra Framleiðaranna, keypti helvtina av virkinum.
Nú er Palm Seafood eisini í ferð við at byggja út. Tilsamans verður ein høll bygt, sum er 400 fermetrar stórt. Hetta er ein útbygging sum kostar 1,3 millión, sigur Petur Johannesen, stjóri á Palm Seafood.
? Vit hava tvey endamál við útbyggingini, sigur hann. Tá ið útbyggingin er liðug, er Palm Seafood 1.275 fermetrar stórt.
Hann sigur, at fyrsta endamálið við byggingini er at gera umstøður til at kunna skera og pakka fisk ísenn.
Palm Seafood hevur lagt seg eftir at salta upsa, bæði fløk og flaktan og í fjør arbeiddu tey 2.800 tons, tað allarmesta var upsi, bert eini 300 tons vóru blálonga.
Men umstøður hava ikki verið til at pakka saltfisk, samstundis sum vit skera. Hvørja ferð, vit pakka, hava vit verið noydd at leggja framleiðsluna stilla og tað ætla vit at sleppa undan í framtíðini.
Hann sigur, at samstundis ber hetta í sær, at teir vera førir fyri at arbeiða meiri fisk.
Petur Johannesen sigur, at hann væntar, at teir kunnu arbeiða eini 4.000 tons, tá ið útbyggingin er liðug.
Í løtuni arbeiða um 20 fólk hjá Palm Seafood, ella gott tað.Arbeitt hevur verið næstan hvønn dag. Petur Johannesen sigur, at tað er ikki óhugsandi, at teir fáa brúk fyri einum 10 fólkum afturat, tá ið útbyggingin er liðug.
Hann sigur, at stórur eftirspurningur er eftir arbeiðsmegi í Vági, so hann veit ikki, hvussu tað verður at fáa støðuga arbeiðsmegi í framtíðini.
? Tíbetur hava vit varððveitt fólkið, vit hava havt. Spurningurin verður, hvussu verður við tí, vit skulu hava afturat.
? Men fáa vit ikki støðuga arbeiðsmegi í her, hava vit einki ímóti at fara uttanlands eftir fólki, tí tað er alt avgerandi at hava støðugt fólk, sigur hann.
Turka høvd og ryggir
Petur Johannesen sigur, at útbyggingin verður liðug nú í januar og tá verður eisini farið undir eina nýggja framleiðslu í Vági.
Tað er at turka høvd og ryggir upp á sama máta, sum gjørt verður í Lorvík.
Hetta er ein framleiðsla, sum íslendingar eru komnir til Føroya við og Petur Johannesen sigur frá teimum, at tað stendur ikki at sleppa við við framleiðsluna.
Hetta er ein framleiðsla, sum verður seld til Nigeria, har vit hava skilt, at tey turkaðu høvdini og ryggirnir verða brúktir til súpanarbót.
Petur Johannesen sigur, at í fyrstu atløgu verður bara høvd og ryggir av fiski frá teimum sjálvum brúktir í hesi framleiðsluni.
Men gongst væl, fara teir eisini at keypa frá øðrum, tá ið framleiðslan og arbeiðshættir eru fingnir í rættlag. Av teimum 1,3 milliónunum, sum íløgan kostar, eru tær 600.000 krónur farnar til útbúnað at turka høvd og ryggir við.
Men fara teir at keypa slógv at turka, má meiri útgerð til og hon má so keypast afturat.











