Búnaðarstovan ætlar at taka ímóti ull frá føroyskum bøndrum í juli og nakað út í august. Tað staðfestur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkinum, hevur spurt hann, um Búnaðarstovan fer at taka ímóti ull í ár, ella um hon aftur skal brennast á báli, soleiðis sum støðan var í fjør.
Búnaðarstovan fervæntandi at boða frá seinast í hesum mánaðinum, hvørjar treytirnar vera, men miðað verður eftir at skipa fyri ullarmóttøkuáBúnaðarstovuni íKollafirði.
Høgni Hoydal sigur, at í fjør fór Búnaðarstovan undir eitt miðvíst samstarv við NaviaáToftum um eina menningarætlan við tí endamáli at gagnnýta føroysku ullina. Hendan menningarætlanin er núkomin sommikið langt, at øll fyrsta floks ullin fráí fyrrárið, er virkað til 100 prosent føroyskt tógv, og talan er harafturat um sera gott tógv.
– Verri gongst at finna ein marknað fyri fyri annan floks ullina, og í tí sambandi er tørvur á serstakari fígging til tekniskar royndir á royndarstovum uttanlands fyri at fáa greiði á, hvørjar eginleikar hon hevur. Sum frá líður vónar Búnaðarstovan finna fígging til hesar royndirnar, tí fyri at finna møguleikar fyr, hvat hon kann brúkast til, er tað neyðugt at vita, hvørjar eginleikar hon hevur, sigur Høgni Hoydal.
Í ár hevur Búnaðarstovan fingið 392.000 krónur til endamálið, men tey meta, at skal tað eydnast at skipa eina vælskipaða ullarmóttøku, har dendur verður lagdur ádygd íøllum liðum, verður neyðugt við eini játtan upp á 700.000 krónur um árið í nøkur ár, til ein fíggjarliga burðardyggur marknaður er funnin fyri alla ullina.